Burn: Kyndil og KÍF vunnu FM-fjórðingsfinalurnar

StÍF og Neistin máttu lúta í FM-fjórðingsfinalunum

Í allari gleðini um søguligu EM-luttøkuna hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti fóru FM-fjórðingsfinalurnar í Burn Mansdeildini eitt sindur undir radaran.

 

Tað blivu Kyndil og KÍF sum vunnu FM-fjórðingsfinalurnar á ávikavist StÍF og Neistanum. Báðar fjórðingsfinalurnar vóru leiktar í høllini á Hálsi í Havn.

 

Kyndil vann 31-29 á StÍF. Í steðginum var Kyndil á odda 17-15. Tá 46 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 23-23. Tá eydnaðist Kyndli at fáa fyrst eina 26-23, og so eina 28-24 leiðslu. StÍF minkaði til 29-30 tá 74 sekund vóru eftir, men Kyndil fekk seinasta orðið, tá Jákup Jørgensen við tveimum sekundum eftir á klokkuni staðfesti sigurin.

 

William Skovsager var stórskjútti hjá Kyndli. Hann skoraði heili 15 ferð. Christian Bonde og Pætur Barclay vóru toppskjúttar hjá StÍF. Teir skutu seks mál hvør.

 

KÍF vann ein rættiliga greiðan 25-20 sigur á Neistanum. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 11-8. Í seinna hálvleiki minkaði Neistin nakrar ferðir um munin niður í trý mál, men hvørja ferð dróg KÍF frá teimum aftur.

 

Bárður Dam var toppskjútti hjá KÍF við átta málum. Toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum var Andras Joensen.

 

Í hálvfinalunum møtir Kyndil H71, og KÍF møtir VÍF. Tá verður spælt best av trimum dystum.

 

Mikukvøldið klokkan 19.30 tekur Kyndil móti H71 í høllini á Hálsi í Havn, og hóskvøldið klokkan 19.30 tekur KÍF móti VÍF í høllini í Kollafirði. Um neyðugt er við trimum dystum fáa VÍF og H71 tveir heimadystir. Hetta orsaka at endastøðunum í grundspælinum.

 

Aðru hálvfinalurnar vera leiktir sunnudagin. Klokkan 15 tekur VÍF móti KÍF í høllini í Vestmanna, og klokkan 19 tekur H71 móti Kyndli í Hoyvíkshøllini. 

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá fjórðingsfinaluni millum Kyndil og StÍF: 

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá fjórðingsfinaluni millum Neistan og KÍF:

 

##med3##