Bussur við ferðafólkum kolaðist upp

Eingin fekk skaða, tá eldur seinnapartin kom í ein buss í Hundsáarbotni

Eingin fekk skaða, tá tað seinnapartin kom eldur í ein ferðafólkabuss í Hundsáarbotni á Oyggjarvegnum millum Kollafjørð og Havnina.

 

Bussførarin fekk øll ferðafólkini úr bussinum og royndi sjálvur at sløkkja eldin. Men tað eydnaðist ikki, og boð vórðu send eftir sløkkiliðinum í Havn.

 

Bussurin kolaðist upp sum hann stóð á vegnum.

 

Oyggjarvegurin hevur verið stongdur síðani. Nú eru tey farin at flyta bussin av staðnum.