Dánial Danielsen: - Altíð rokaligt stutt undan Summar Festivalinum

Dánial Danielsen sigur at fyrireikingarnar til ársins Summar Festival hava gingið sum tær plaga

Dánial Danielsen er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum. Saman við Kate Hammer snýr leikluturin hjá Dániali seg í stóran mun um at samskifta við útlendsku nøvnini.

 

- Tað er altíð eitt sindur rokaligt stutt áðrenn festivalurin verður skotin í gongd, men tað gongur sum tað plagar og tað er eitt gott tekin. Eg og onnur stana serliga standa fyri at samskifta við tey útlendsku nøvnini, og tað hevur gingið ómetaliga væl í ár. Viðhvørt kann tað vera ein avbjóðing at nøkta ynskjunum hjá øllum pørtunum, men tað royna vit sum frægast og sum heild hevur tað gingið sera væl.

 

Vágsbøur verður hugnaligari í ár

 

- Vit koma neyvan uttanum at tað fer at merkjast eitt sindur, at Vágsbøur er eitt sindur minni í ár, takkað verið byggivirksemi. Hinvegin merkir tað als ikki at tað av somu grund verður ein verri uppliving at vera til konsert á Vágsbø í ár. At plássið er eitt sindur minni kann eisini gera stemningin betri og hugnaligari. Fólk fara at standa eitt sindur tættari, og tað vænti eg fer at styrkja um atmosferuna frá størsta pallinum í landinum.