Danir brynja seg til storm

Nógvur vindur er væntandi í Danmark í morgin.

Tað verður nógvur vindur í Danmark í morgin. Tað byrjar við regni, og so kemur eisini nógvur vindur, sigur DMI við danskar miðlar.

 

 

Serliga verður ringt við vesturstrondina í Jútlandi, og talan verður í løtum um vind av stormstyrki.

 

 

Orsøkin til ávaringina frá DMI er, at summar er.

 

Um veturin eru fólk til reiðar, men nú summar er, eru fólk ikki til reiðar,og mong hava lutir uttanfyri, ið kunnu fara í nógva vindinum. Serstakliga er talan um borð og stólar, og ikki minst trampolinir.