Danski Javnaðarflokkurin lakastu undirtøku í 120 ár

19,6 prosent av veljarunum høvdu atkvøtt fyri danska javnaðarflokkinum í dag, vísir nýggj kanning

Um fólkatingsval var í morgin, hevði Javnaðarflokkurin í Danmark hava ringasta valið í yvir 120 ár.

Flokkurin stendur til 19,6 prosent av atkvøðunum í nýggjari kanning hjá greiningarfeganum Voxmeter.

Kanningin hevur eina óvissu fyri Javnaðarflokkin upp á 2,5 prosentstig.

Á valinum 1. november í 2022 fekk Javnaðarflokkurin 27,5 prosent av atkvøðunum og var landsins størsti flokkur. Tað er flokkurin framvegis hóast afturgongdina.

Á øllum fólkatingsvalum síðani 1903 hevur gamli arbeiðaraflokkurin fingið yvir 20 prosent av atkvøðunum. Í 1901 fekk flokkurin 17,1 prosent.

Við kanningino í dag heldur afturgongdin hjá flokkinum fram. 18. februar stóð Javnaðarflokkurin til 22,9 prosent av atkvøðunum, og síðani eru stuðulin fallin hvørjav iku.

Afturi í mars í fjør var Javnaðarflokkurin heilt niðri á 18,6 prosentum í eini kanning hjá Voxmeter. Tá var afturgongdin so stór upp á eina viku, at greiningarfyritøkan mátti dupultkekka kanningina.

Afturgongdin var so stór, at tað sambært Voxmeter kundi verið talan um ein so nevndan outier. Altso eina kanning, sum ikki kundi váttast av øðrum kanningum. Og vikuna eftir var flokkurin eisini aftur uppi á 21 prosentum.

Eisini hinir stjórnarflokkarnir Vinstri og Moderatarnir fáa vánaligari úrsliti í kanningini í dag enn bæði fyri eini viku síðani og fyri einum mánaði síðani.

Tilsamans er stjórnin farin góð seks prosentstig aftur seinasta mánaðin, og við 61 sessum í í kanningini í dag er lagt upp til teir 89 sessirnar á valinum í 2022.

SF og Liberal Alliance standa framvegis til at gerast ávikavist næst- og triðstørsti flokkurin í Fólkatinginum við 15,1 og 13,9 prosentum av atkvøðunum.

Voxmeter-kanningin er gjørd í døgunum 18. til 24. mars, har 1002 umboðandi býttir veljarar hava svarað.

/ritzau/