Elias Ellefsen á Skipagøtu kosin heimsins besti ungi leikari

Ársins ungi spælari í IHF 2023 er Elias Ellefsen á Skipagøtu. Tað skrivar altjóða hondbóltssambandið, IHF, á heimasíðuni.

Ársins ungi mannligi spælari í IHF 2023 er Elias Ellefsen á Skipagøtu. Tað skrivar altjóða hondbóltssambandið, IHF, á heimasíðuni.

 

Sum vit skrivaðu her á síðuni, so er danski Mathias Gidsel kosin besti mannligi hondbóltsspælari í 2023.

 

Saman við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu vórðu eisini tilnevndir Juri Knorr og Niels Lichtlein úr Týsklandi.

 

IHF nevnir góðu úrslitini hjá føroysku hondbólti, og at Elias Ellefsen á Skipagøtu var valdur á All-Strar-liðið eftir evropameistarakappingina í januar, og at hann var spælarin við flestu assistum.

 

Hetta man vera størsti ítróttarheiður, ið føroyingur hevur fingið.