Dráttur og Fleyr eru í steypafinaluni hjá kvinnum - SÍ og Mjølnir eru í steypafinaluni hjá monnum

Ein drúgvur hálvfinaludagur Bónus-kappingini í flogbólti í Badmintonhøllini í Klaksvík er liðugur

Skíggjamynd frá Televarpinum

Í dag eru tær fýra steypafinalurnar - nevnd Bónus-kappingin í flogbólti hjá kvinnum og monnum leiktar í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 

Hálvfinala í Bónuskappingini, kvinnur:

 

Dráttur-Mjølnir 3-0 (25-18, 25-20, 26-24)

 

Hálvfinala í Bónuskappingini, kvinnur:

 

SÍ - Fleyr 2-3 (22-25, 25-17, 21-25, 25-21, 12-15)

 

Hálvfinala í Bónuskappingini, menn:

 

SÍ-ÍF 3-2 (18-25, 25-16, 25-20, 22-25, 15-10)

 

Hálvfinala í Bónuskappingini, menn:

 

 Mjølnir-Fleyr (25-15, 25-16, 25-18)

 

Tað vera sostatt Dráttur og Fleyr, ið leika í finaluni hjá kvinnum, og SÍ og Mjølnir, ið leika í finaluni hjá monnum.

 

Finalurnar í Bónuskappingini vera leiktar í høllini á Hálsi í Havn, leygardagin 25. februar. Televarpið vísir báðar finalurnar.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Skíggjamynd frá Televarpinum