Dráttur fýra stig á odda eftir sigur í vágauppgerðini

Dráttur hevur nú vunnið á øllum hinum seks liðunum í deildini

Mynd: Dráttur

SÍ hevur ment seg nógv síðan kappingarbyrjan, og í dag fekk oddaliðið Dráttur mótstøðu, hóast setúrslitini kanska siga eina aðra søgu um tey bæði fyrstu settini. Í triðja setti hevði SÍ settbólt, sum tó ikki varð gagnnýttur.

 

SÍ var væl við í fyrsta setti og frammanfyri 12-11, tá Dráttur gjørdi eitt avgerandi hál við seks stigum á rað, og so var góða byrjanin hjá SÍ farin fyri skeytið. Sissal Ellefsdóttir átti tvey góð smassj móti fyrrverandi liðfeløgunum, og Tereza Kerpcarová átti onnur tvey og ein blokk. Og tá so Dráttur dró onnur fimm stig á rað eftir harðar servur frá Jórunn Elisdóttir Vang og gjørdi tað til 23-13, sá settúrslitið 25-15 kortini út sum ein avsmurningur. 

 

Gongin í øðrum setti var ikki ólík, og aftur kostaðu tey longu hálini SÍ dýrt. Fýra stig til Drátt á rað - m.a við tveimum serviessum frá Terezu Kerpcarová - gjørdu tað til 12-7, og onnur seks á rað, har Annika Niclassen stóð fyri servunum, gjørdu tað til 18-8, og so var tað settið mest sum avgjørt.

 

Men í triðja setti kom veruligur spenningur í, hóast SÍ lorkaði eina 17-14 leiðslu burtur og kom afturum 17-21, eftir at tað ikki eydnaðist at fáa bilbugt við hørðu servunum frá Sillal Ellefsdóttir. Dráttur fekk síðan fýra dystarbóltar við støðuna 20-24, men Inga Helena Henriksen servaði væl fyri SÍ, sum yvirlivdi í fyrstu syftu og fekk enntá settbólt við støðuna 25-24. Tann bóltin dømdi dómarin til Drátt, sum SÍ ilskaðist eitt sindur um. Dráttur vann so eisini næstu tvey stigini og settið 27-25 og dystin 3-0.

 

Dráttur hevur nú vunnið á øllum hinum seks liðunum í deildini. Einasta dystin, Dráttur ikki hevur vunnið 3-0, var tann ímóti Fleyr sum Dráttur vann 3-2. 

 

Føroya Tele-deildin, kvinnur: SÍ – Dráttur 0-3 (15-25, 17-25, 25-27)

 

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

 

##med2##

 

Mynd: Dráttur