Earth Hour: Aftankvirra í Vágs kirkju

Nú Earth hour er leygarkvøldið 23. mars, hevur Vágs kirkja eina aftankvirru, har man kann sita í stillum eina løtu, meðan kirkjan verður upplýst við livandi ljósum.

 

Prestur Patrick de Neergaard bjóðar vælkomin og gevur bøn.

 

Dagfinn Olsen syngur og spælur, og vit syngja tveir sálmar.

 

Byrjað verður kl 20.00, tá ljósini verða sløkt.