ECB heldur rentuna á fýra prosentum

Evropiski Miðbankin fastheldur leiðandi rentuni á fýra prosentum, har hon hevur ligið síðani september

Christine Lagarde er forseti í evropiska miðbankanum. (Arkivfoto). - Foto: Kai Pfaffenbach/Reuters

Heldur ikki hesaferð verða broytingar gjørdar í rentustøðinum hjá evropiska miðbankanum (ECB).

Í tíðindaskrivi, sum er sent út eftir rentufundin í gjár, ger bankin greitt, at leiðandi rentan verður verandi á fýra prosentum.

Har hevur hon ligið síðani september í fjør, og tað er annars hægsta støði síðani fíggjarkreppuna.

Men ein rentulækking er nærri nú, heldur Las Olsen, búskaparfrøðingur í Danska Bank.

Hann gevur gætur orðalagið í tíðindaskrivinum um, at tað »fer at verða hóskandi at minka núverandi støðið av peningapolitiskum knappleika«, um fleiri fyritreytir eru til staðar.

Tí væntar hann, at tað koma rentulækkingar upp á ein fjórðings prosent í ár – og kanska verða tvær slíkar lækkingar.

– Tað eru ikki ikki serlig útlit til, at danskir bústaðarlænarar fáa lægri rentu á 30 áralongum lánum, serliga ikki eftir seinastu gongdina í USA.

– Men tað sær enn út til, at tær stuttu renturnar fara at falla seinni í ár og inn í næsta ár, tí evropiski miðbankin lækkar rentuna, skrivar hann í viðmerking til boðini.

ECB hækkaði rentuna á sumri í 2022 og fram til september við tilsamans 4,5 prosentum í eini roynd at stríðast ímóti inflatiónini og fáa hana niður á tvey prosent, sum er tað longra málið.

Inflatiónin í evruøkinum er nú á 2,4 prosentum, og hon verður eisini ein avgerandi faktorur á vegnum aftur til eitt lægri rentustøði. Tað heldur Allan Sørensen, sum er búsksparfrøðingur í Dansk Industri.

– Inflatiónsfrágreiðingarnar fyri apríl og mai vera ótrúliga avgerandi fyri rentufundin í juni.

– Heldur inflatiónin á at lækka, kann tað verpa pláss fyri eini rentulækking. ECB fer varliga fram og gera smáar justeringar av rentuni, skrivar hann í eini viðmerking.

/ritzau/

 

 

Christine Lagarde er forseti í evropiska miðbankanum. (Arkivfoto). - Foto: Kai Pfaffenbach/Reuters