- Eg renni ikki undan ábyrgd

- Tíðin kemur at vísa, um Javnaðarflokkurin kemur at missa atkvøður upp á Gerhard Lognberg.

- Eg veit ikki, hvør kenslan er, nú Gerhard Lognberg er koyrdur úr Javnaðarflokkinum. Hetta hevur sjálvandi verið ein trupul avgerð at taka, men fundurin í dag vísti, at hetta var eitt neyðugt stig, hóast hetta ikki var lætt.

 

Tað segði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum við Kringvarpið eftir fundin í dag, tá Gerhard Lognberg varð koyrdur úr flokkinum.

 

Aksel segði, at hann fer ongantíð sum formaður í Javnaðarflokkinum at renna undan tí ábyrgd, sum tað hevur við sær at vera formaður.

 

- Men, tað er nú soleiðis, at tað hevur verið eitt sterkt ynski frá limafeløgnum, at flokkurin fór at taka álvarslig stig, tí nú hevur hetta staðið upp á so leingi. Líkt hevur heldur ikki verið til, at hetta fór at broytast.

 

Hann vísti á, at tað vóru sjey limafeløg, sum vildi hava hesa avgerð, umframt ein meiriluti í áttanda felagnum eisini.

 

- Eg havi ikki biðið tey tikið hetta stigið. Tey hava sjálvi vent sær til mín. Eg havi biðið tey hugsað seg væl og virðiliga um, tí hetta er eitt stórt stig at taka - eitt stig, sum ikki verður tikið í óðum verki.

 

Aksel segði, at feløgini hava hugsað seg væl og virðiliga um og hava staðið fast við, at hetta var tað rætta at gera, og sjálvur segði hann seg hava givið teimum fullan stuðul.

 

Gerhard Lognberg hevur sagt, at Javnaðarflokkurin er við at gerast ein akademikaraflokkur. Er vandi fyri tí, spurdi útvarpsmaðurin.

 

- Nei, tað haldi eg ikki, segði Aksel, sum helt fyri, at pláss er fyri øllum fólkum í Javnaðarflokkinum, sum hann tók til.

 

Aksel V. Johannesen legði aftrat, at tíðin kemur at vísa, um Javnaðarflokkurin kemur at missa atkvøður upp á Gerhard Lognberg, sum fekk 344 atkvøður á seinasta løgtingsvali.