Ein persónur deyður í dronuálpi í Russlandi

Ukrainskt dronuálop hevur sambært russiskum guvernøri rakt fleiri russiskar landspartar í nátt

 

Ukraina hevur seinastu vikurnar økt álopini serliga ímóti russiskum orkuverkum.  (Arkivfoto). - Foto: Video Obtained By Reuters/Reuters

Ein persónur er deyður og tveir eru særdir í sambandi við eitt ukrainskt dronuálop í russiska landspartinum Belgorod í morgun.

Tað upplýsir guvernørurin í økinum sambært tíðindastovuni AFP.

Hann upplýsir eisini, at álop hava verið í tveimum landspørtum í morgun.

Belgorod er nærindis russiska markið til Ukraina.

Ein guvernørur úr russiska landspartinum Samara upplýsir harumframt á Telegram, at eitt oljureinsiverk í økinum er álopið og eldur er í.

Talan er um oljureinsiverkið Kuibyshev, sum framleiðir sjey milliónir tons av olju um árið, og sum er eitt tað størsta í landspartinum.

– Vit síggja, at fíggindin, sum tapir á vígvøllinum, ger alt fyri at máa støðið undan áhaldi og samanhaldi okkara, skrivar guvernørurin í Samara um álopið.

Einki er frætt um, at nakar hevur fingið skaða í álopinum á oljureinsiverkið í dag.

Russiska verjukálaráðið skrivar í tíðindaskrivi, at 12 ukrainskar dronur í nátt eru skotnar niður í landspørtunum Bryansk, Belgorod, Vorenezh og Saratov. Tríggir teir fyrstu landspartarnir eru við markið til Ukraina.

Sambært AFP hevur Ukraina seinastu vikurnar økt álopini í Russlandi serliga ímóti orkuverkum.

/ritzau/AFP

 

 

 

Ukraina hevur seinastu vikurnar økt álopini serliga ímóti russiskum orkuverkum.  (Arkivfoto). - Foto: Video Obtained By Reuters/Reuters