Eldur í goymslubygningi hjá Faroe Ship

- Sløkkiliðið er framvegis á staðnum, sigur løgreglan, sum váttar, at eldur hevur verið í.

 

Tórshavnar Sløkkikið arbeiðir í løtuni niðri á Eystaru Bryggju í Havn við at sløkkja eld í einum goymslubygningi.

 

Talan er um ein bygning hjá Faroe Ship. 

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini váttar, at eldur hevur verið í, og at sløkkiliðið framvegis er á staðnum.

 

At síggja til er eldurin nú undir eftirliti, men ivi er um, hvørt tað møguliga brennur millum skins og hold.

 

Í løtuni veit løgreglan ikki stórvegis at siga um hendingina, men lagt verður aftrat, at sløkkiliðið framvegis er á staðnum.

 

- Soleiðis, sum vit hava skilt, er tíbetur eingin fólkaskaði, sigur vaktleiðarin.

 

##med2##

 

Soleiðis, sum myndin vísir, hevur eystari skjøldurin á bygninginum fingið skaða.

 

Lesið eisini https://www.in.fo/news-detail/eldur-i-faroe-ship-gera-avhoyringar-i-dag

 

 

 

 

 


.