EM: Føroyar eru í løtuni nummar 5 í tríarara-roknskapinum

Í løtuni eru Portugal, Slovakia, Grikkaland og Turkaland frammanfyri Føroyar í tríarara-roknskapinum

Føroyar eru aftanfyri 8-12 móti Íslandi á Ásvellum á Hafnarfirði. Fyrstu 14 minuttirnar gekk væl, og vóru vit á odda 6-4 tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.

 

Seinna hálvan av fyrra hálvleiki gekk illa í hond, bert tvey føroysk mál, meðan Ísland hevur skotið átta mál, og er á odda 12-8.

 

Føroyar hava skorað upp á átta av 19 málroyndum, meðan Ísland hevur skorað upp á 12 av 20 málroyndum.

 

Í hálvleikinum eru fýra aðrir tríaarar betri fyri enn Føroyar í tríara-roknskapinum.

 

Portugal er á odda 13-10 móti Kekkia á útivølli, og hevur í løtuni tvey stig í tríara-roknskapinum.

 

Slovakia er á heimavølli odda 15-13 móti Ukraina, og hevur í løtuni tvey stig í tríara-roknskapinum.

 

Grikkaland hevur rættiliga óvæntað á útivølli javnleik 14-14 móti Rumenia, og hevur í løtuni eitt stig í tríara-roknskapinum.

 

Turkaland er aftanfyri 10-14 móti Serbia á útivølli, men tær turkisku fingu eitt stig í fyrra dystinum móti Serbia, so tær hava eitt stig tryggjað í tríara-roknskapinum.

 

Kosovo, Litava og Italia eru øll væl aftanfyri í sínum dystum, so Føroyar liggja í løtuni til eitt fimta pláss í tríara-roknskapinum. Og tað er ikki nóg mikið. Tað krevst, at vit enda millum fýra tey ovastu liðini í tríara-roknskapinum.

 

Sera avgerandi í tríara-roknskapinum er eisini, at Føroyar ikki tapa ov nógv fyri Íslandi.

 

Føroyar: Jana Mittún 3/3, Anna Elisabeth H. Weyhe 2/3, Bjarta O. Johansen 1/1, Pernille Brandenborg 1/2, Lív S. Poulsen 1/2.

 

Annika Fríðheim Petersen hevur bjargað fýra av 14 málroyndum, og Rakul S. Wardum hevur bjargað tveimum av fýra málroyndum, harímillum eitt brotskast.