EM: Her eru allir átta EM-undankappingarbólkarnir

32 manslandslið í hondbólti taka lut í EM-undankappingini

Seinnapartin var lutakastið til undankappingina til EM-endaspælið í manshondbólti í 2026 avgreitt á Hotel Clarion, ið liggur skamt frá flogvøllinum í Kastrup.

 

Føroyar vóru í potti 2, ið var næstovasti styrkisbólkurin.

 

Føroyar endaðu enn eina ferð í EM-undankappingarbólki saman við Ukraina. Ukraina var í potti 3. 

 

Hini bæði liðini eru Kosovo úr potti 4 og Niðurlondum úr potti 1.

 

Føroyar eru í EM-undankappingarbólki 6.

 

Soleiðis síggja teir átta EM-undankappingarbólkarnir út:

 

##med2##

 

Kelda: Eurohandball