EM: Kosovo og Portugal taptu - tríara roknskapurin heldur

Tvey úrslit aftrat fóru okkara veg í kvøld í tríara-roknskapinum

Tvey av liðunum, ið kappast um at enda millum fýra teir bestu tríararnar í EM-undankappingini í hondbólti fyri kvinnulandslið hava spælt dystir í dag.

 

Her er talan um dystirnar liðini hava spælt móti fremsta og næstfremsta liðnum í teimum átta EM-undankappingarbólkunum.

 

Kosovo tapti í bólki 8 eitt sindur óvæntað bert 27-34 fyri Pólandi á heimavølli. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17, men í seinna hálvleiki fekk Póland tikið seg saman og vunnið dystin, ið var sera gott fyri Føroyar.

 

Portugal tapti á heimavølli í bólki 3 25-36 fyri Niðurlondum, ið vóru á odda 19-11 í steðginum. Høvdu Niðurlond vunnið við einum máli aftrat høvdu Føroyar í kvøld verið á øðrum plássinum í tríara-roknskapinum.

 

Portugal hevur í tríara-roknskapinum málmunin 78-104, meðan Føroyar hava málmunin 70-96. Sami munur, men av tí, at Portugal hevur skotið fleiri mál, so er Portugal í løtuni á øðrum plássinum í tríara-roknskapinum, ið sær soleiðis út fram til seinasta leikumfarið, ið verður avgreitt sunnudagin klokkan 17, tá allir dystirnir vera leiktir í senn:

 

##med2##

 

Leygardagin fara vit á in.fo at venda aftur til hvørjar dystir vit skulu halda eyga við í tríara-roknskapinum.