Enn ein sandoyingur komin heim

- Kristian K. Hentze er triði leikarin, sum vit hava fingið heimaftur, siga tey í B71 í dag.

Farna vikuskiftið bórust tíðindini um, at Áki Hentze og Alvi Jespersen vóru aftur í B71, og í dag er túrurin komin til Kristian K. Hentze.

 

- Sum liður í nýggja leistinum, ið framyvir skal mynda mansfótbóltin hjá B71, hevur felagið styrkt seg munandi við yngri leikarum. Talan er enn útilokandi um leikarar, ið hava spælt størsta partin av lívi sínum við B71, men sum hava leitað sær ungdómsfótbólt aðrastaðni í eina tíð.

 

Í B71 siga tey í dag, at felagið er serstakliga væl nøgt við, at ungir leikarar leita sær aftur á slóðina, hóast tað førir nakrar avbjóðingar við sær, sum leikararnir ikki høvdu møtt, um teir valdu at halda á fram á meginøkinum, eitt nú ferðing aftur og fram.

 

- Hinvegin, so hava teir støðugt givið til kennar, at teir vilja gera sítt til, at B71 kemur á røttu kósina aftur, tá ræður um mansfótbóltin, ið einaferð stóð sterkur, men sum tíverri er viknaður í hesi nýggju tíðini.

 

Í B71 siga tey, at Kristian K. Hentze er triði leikarin, sum B71 hevur fingið heimaftur, og stóð tað til felagið, spældu allir sandoyingar í barndómsfelagnum.

 

- Soleiðis verður kanska einaferð, og hetta er eitt stórt stig á leiðini, siga tey í B71, samstundis sum tey ynskja Kristiani, Áka og Alva vælkomnum aftur í hópin.