FAKTA: Av blóðugastu álopum í Russlandi

Russland er rakt av mongum ógvusligum yvirgangsálopum. Les meira um nøkur av teimum ringastu her.

 

Minst 133 fólk doyðu í gjárkvøldið í einum álopi í eini konserthøll uttan fyri russiska høvuðsstaðin Moskva.

Sambært russisku myndugleikunum fóru vápnaðir menn at skjóta ímóti áhoyrarum í konsertsalinum, og eldur kom í bygningin.

Álopið er eitt av teimum blóðugastu í nýggjaru russisku søguni.

Les meira um nøkur av álopunum í Russlandi, sum hava kostað flest mannalív:

* 1999 - Ein bumba í einum íbúðarhúsi syðra parti av Moskva drap minst 118 fólk. Russisku myndugleikar góðu loysingarmonnum úr Tjetjenia skuldina. Bumbuálopið er eitt av fleiri, sum í eitt tíðarskeið upp á tvær vikur kosta fleiri hundrað fólkum lívið.

* 2002 - Tjetjenskir uppreistrarmenn taka fleiri enn 800 fólk sum gíslar í einum sjónleikarhúsi í Moskva, har tey skuldu síggja ein sangleik. Ein russisk bjargingarroynd endar við, at 130 fólk doyggja.

* 2004 - Bumbur umborð á tveimum ferðafólkaflogførum spreingjast, beint eftir at tey eru farin úr Moskva, og 90 fólk doyggja. Russisku myndugleikarnir upplýsa, at álopið varð framt av tveimum tjetjenskum sjálvmorðsbumbumonnum.

* 2004 - Tjetjenskir uppreistrarmenn taka 1200 børn, lærarar og foreldur sum gíslar á einum skúla í Beslan í Norðurossetian. Gíslatøkan endar við at 344 fólk doyggja, meira enn helmingurin eru børn.

* 2015 - Eitt russiskt ferðafólkaflogfar dettur niður í Sinai-oyðimørkini í Egyptalandi, helst eftir at ein bumba er sprogd. 224 ferðafólk, harav nógv tey flestu russarar, doyggja. Hernaðarligi bólkurin Islamskur Statur tekur ábyrgdina.

* 2024 - Vápnaðir menn skjóta ímóti fólki, sum eru til konsert í einum bygningi nærindis Moskva 22. mars. Minst 133 fólk doyggja av skotum ella av roykeitran av eldinum í bygninginum, sum myndugleikarnir siga er ásettur. Rørslan Islamskur Statur tekur ábyrgdina. Russiskir myndugleikar upplýsa, at illgerðarmenninir komu inn í Russland úr Ukraina.

/ritzau/