fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.2m/s

Leita á in.fo

Garbine Muguruza úr Spania vann árisins Wimbledon fyri kvinnur

Sólvit Nolsø 16.07.2017 (19:38)

Federer og Muguruza vunnu Wimbledon

Roger Federer vann í dag finaluna hjá monnum í ársins Wimbledon kapping. Hetta er áttandu ferð, at Roger Federer vinnur Wimbledon, ið er nýtt met. Federer, Pete Sampras og William Renshaw høvdu allir vunnið kappingina sjey ferðir áður, men nú hevur Roger Federer so metið einsamallur. Roger Federer vann 3-0 í settum móti Marin Cilic úr Kroatia.

 

Hjá kvinnunum var tað spanska Garbine Muguruza, sum vann í finaluni móti amerikonsku Venus Williams. Hon vann 2-0 í settum. Hetta er fyrstu ferð, at Muguruza vinnur Wimbledon, men ikki fystu ferð, at hon vinnur eina stóra kapping. Í fjør vann hon eina aðrar Grand Slam kapping, French Open.

 

Tað eru fýra Grand Slam kappingar í tennis, ið verða mettar sum tær størstu árligu kappingarnar. Australian Open, French Open, Wimbledon og US Open.