Fekk góða undirtøku fyri fyrstu málningaframsýningini

Petur Háberg Jacobsen hevur farnu fimm dagarnar havt málningaframsýning í Williamsstovu í Niels Finsensgøtu

Frá farna fríggjadegi klokkan 17 til seinnapartin í dag klokkan 17.30 hevði havnarmaðurin, Petur Háberg Jacobsen sína fyrstu sjálvstøðugu málningaframsýning nakrantíð.

 

Hann hevur onkra ólavsøkuna havt nakrar fáar málningar við á framsýningini hjá Lion´s í Müllers Pakkhúsi.

 

Petur hevur hesar undanfarnu fimm dagarnar sýnt 30 málningar fram í Williamsstovu í Niels Finsensgøtu. 

 

Petur er sera væl nøgdur við hesa fyrstu málningaframsýningina hjá sær. Við in.fo greiðir hann frá, at nærum 300 fólk hava vitjað framsýningina, og hann hevur megnað at selt helmingin av málningunum.

 

Undirtøkan hevur givið Peturi mót upp á at hava eina málningaframsýning aftur í framtíðini. Og hann ætlar at mennast framvegis við sínari málningalist. 

 

##med2##

 

##med3##