Fjórðahvørt hús í Florida Keys er oyðilagt

Stórt sæð hvørt einasta hús í Florida Keys er merkt av melduródnini Irma, sigur leiðarin hjá amerikonsku katastrofutilbúgvingini.

 

Melduródnin Irma hevur oyðilagt fjórðahøvrt hús í oyggjarbólkinum Florida Keys og skatt 60 prosent av húsunum í hesum økinum.

 

Tað vísa fyribils metingar av skaðunum, sigur Brock Long, leiðari fyri katastrofutilbúgvingini Fema.

 

– Nakrar av fyrstu metingunum eru – og tað er tí, at vit bóðu fólk um at flyta burtur, mest vegna vatnflóðina – at 25 prosent av húsunum í í Keys eru oyðiløgd og 60 prosent skadd, sigur Fema-stjórin.

 

Florida Keys var fyrsta staðið, Irma fór yvir land í USA sum melduródn í kategori 4, og býurin varð hart raktur av ógvusliga ódnarveðrinum, sigur hann.

 

– Stórt sæð hvørt hús í Keys er rakt á ein ella annan hátt, segði Brock Long á tíðindafundi í dag.

 

Íbúgvarnir í økinum eru so við og við vendir heimaftur til heimini at síggja skaðarnar.

 

Men tær flestu av teimum lægst liggjandi oyggjunum eru framvegis stongdar.

 

Tað slepst til oyggjarbólkin Florida Keys við brúgvum, og tær hava eftir øllum at døma klárað seg í ódnarveðrinum, sigur Rick Scott, sum er guvernørur. Hann leggur afturat, at myndugleikarnir tó skulu kanna tær tilsamans 42 brúgvarnar, sum knýta oyggjarnar saman, fyri møguligar skaðar.

 

Eftir at melduródnin Irma rkati Florida Keys, fór hon út aftur yvir havið, har hon javnaði stórar partar av oynni Saint Martin við jørðina.

 

Ógvusliga ódnarveðri og vatnflóðin í kjalarvørrinum, hevur kostað minst 48 fólkum lívið, av teimum 11 í USA.

 

/ritzau/AFP