Fleiri deyð í russiskum konserthúsi í kvøld

- Eg trúgvi ikki, at Ukraina hevur nakað við álopið á konserthúsið at gera, tí tað er ikki soleiðis, at Ukraina arbeiðir, sigur Tom Røseth, høvuðslærari í fregnartænastu á norska Verjuháskúlanum.

 

Í kvøld eru í minsta lagi 40 fólk skotin og dripin í einum konserthúsi - Crocus City Hall - í útryðjuni av russiska høvuðsstaðnum, Moskva. Haraftrat eru eini 100 fólk særd í álopinum. 

 

Russiska tíðindastovan Tass sigur, at talan er um eina yvirgangsatsókn. Tað vóru nakrir persónar, sum í maskum tóku seg inn í konserthúsið og byrjaðu at skjóta eftir øllum, sum fyri vóru.

 

- Tað eru nógv ár síðan, at ein slík hending fór fram í Russlandi seinast, sigur Tom Røseth, sum er høvuðslærari í fregnartænastu á norska Verjuháskúlanum.

 

Hann heldur, at rættast er at hava fleiri møguleikar opnar, áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørdur um, hvør kann hava staðið aftan fyri eitt slíkt álop í Moskva, tí hann heldur, at møguleikarnir eru fleiri.

 

- Talan kann vera um eina yvirgangsatsókn, sum hevur samband við russisku krígsførsluna í Ukraina. Tað kann eisini vera ein etnisk russisk andstøða, sum ikki hevur møguleikar at seta seg upp ímóti stjórnini og sum einki tilknýti hevur til kríggið.

 

Hann heldur, at talan kann eisini vera um eitt annað slag av yvirgangi, sum hann tekur til, og her hugsar hann eitt nú um høgravíðgongd, sum ikki eru nøgd við russisku stjórnina - ella hernaðarligar víðgongdar ekstremistar, kanska við tilknýti til IS.

 

Tom Røseth leggur aftrat, at vestligar fregnartænastur nýliga hava ávarað um yvirgangsálop í Russlandi, og tað eru lond, sum hava heitt á sínar borgarar í Russlandi um ikki at savnast í stórum bólkum.

 

Men, russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur víst hesum ávaringum aftur og hevur sagt, at vestanlond royna at ræða fólk í Russlandi.

 

- Eg trúgvi ikki, at Ukraina hevur nakað við álopið á konserthúsið at gera, tí tað er ikki soleiðis, at Ukraina arbeiðir, sigur Tom Røseth, høvuðslærari í fregnartænastu á norska Verjuháskúlanum, við Verdens Gang.