Flensburg vann dystin um triðja plássið

Dysturin um triðja plássið í týsku steypakappingini var leiktur í Lanxess høllini í Köln

Tíðliga í dag hava tapandi hálvfinalistarnir í týsku steypakappingini, nevnd DHB Pokal spælt dystin um triðja plássið í Lanxess høllini í Köln.

 

Dysturin var millum liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin, og liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt.

 

Flensburg vann dystin 31-28. Füchse Berlin var annars á odda 19-15 í steðginum. Men tað lá illa fyri hjá Füchse Berlin í seinna hálvleiki. Flensburg vann seinna hálvleik 16-9, og harvið dystin 31-28.

 

Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og Jóhan skoraði trý mál upp á fimm málroyndir.

 

Klokkan 14.35 spæla Magdeburg og Melsungen steypafinalu. Dysturin sæst á TV3 Max hjá Televarpinum.