EM-lutakastið: Føroyar eru í fjórða styrkisbólkinum

Hósdagin 18. apríl vita vit hvørji lið vera í innleiðandi EM-bólkinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum

Millum 28. november og 15. desember í ár verður EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum leikt í Ungarn, Eysturríki og í Sveis.

 

Millum tey 24 liðini, ið skulu kappast er føroyska kvinnulandsliðið, ið fer at skriva søgu við sínari fyrstu endaspæls-luttøku.

 

Um 10 dagar, hósdagin 18. apríl verður lutakast til teir seks innleiðandi EM-bólkarnar.

 

Ikki óvæntað eru Føroyar í fjórða og niðasta styrkisbólkinum.

 

HER eru styrkisbólkarnir:

 

1. Styrkisbólkur:2. Styrkisbólkur:
NoregTýskland
DanmarkSpania
MontenegroRumenia
FraklandUngarn
SvøríkiSveis
NiðurlondEysturríki
3. Styrkisbólkur:4. Styrkisbólkur:
SloveniaKekkia
KroatiaUkraina
PólandTurkaland
SerbiaFØROYAR
NorðurmakedoniaPortugal
ÍslandSlovakia

 

Kelda: handbolti.is