Føroyingarnir hjá FIF skutu 14 mál í greiðum heimasigri

FIF vann greiðan sigur á Vendsyssel á heimavølli

Seinnapartin spældu Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í FIF seinasta heimadystin í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Dysturin var ímóti Vendsyssel, ið er triðaftast í deildini og er longu staðfestir niðurflytarar.

 

FIF vann greiðan 30-22 sigur. Í steðginum var føroyingaliðið á odda 14-8.

 

Tað lá væl fyri hjá føroysku leikarunum í dag. Janus Dam Djurhuus gjørdist saman við Carl Baun og Karl Albert toppskjútti hjá FIF. Teir skutu seks mál hvør. Leivur og Jónas skutu fýra mál hvør, so samanlagt gjørdist talan um 14 føroysk mál í dag. 

 

FIF er nummar átta í deildini við 20 stigum. 

 

FIF endar kappingarárið skírisdag klokkan 14 við útidysti móti Odense.

 

Støðan:

 

NummarLiðDystirStig
1Grindsted     2541
2HC Midtjylland2540
3Skive  2536
4 HØJ2536
5Team Sydhavsøerne  2535
6Aarhus HC    2532
7Tønder  2430
8 FIF    2520
9Rækker Mølle   2520
10Odder2517
11HC Odense2515
12Vendsyssel 2510
13Skovbakken2410
14Køge 256