Føroyskir bridgespælarar í íslendskari kapping

Føroyskir bridgespælarar fara fyrst i mai at spæla við í stórari íslendskari bridgekapping - Kjørdæmismótinum. Kappingin er millum lið úr øllum íslendsku valdømunum – Kjørdæmunum – og Føroyar eru við sum eitt eyka valdømi.

16 spælarar eru á hvørjum liði og kappingin er skipað sum liðkapping fyrsta vikuskiftið í mai.

Føroyingar hava havt bridgesamstarv við Ísland í meira enn 50 ár og hava luttikið í Kjørdæma-kappingini seinastu 15 árini.

 

Tvær ferðir hevur kappingin verið hildin í Føroyum, har umleið 100 íslendiskir bridgespælarar hava vitjað í Havn.

 

Føroya Bridgesamband hevur avgjørt, at trý landslið skulu luttaka í EM í summar. Umframt opið lið, fara eisini kvinnulandsliðið og eitt veteranlandslið at luttaka. EM í bridge verður í Herning í Danmark mánaðarskiftið juni-juli.