Forseti Íslands mintist manningina á Onnu

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag, verður greitt frá minningarhaldinum, sum var í dómkirkjuni í Reykjavík seinasta leygardag.

Seinasta leygardag var minningarhald í dómkirkjuni í Reykjavík í sambandi við, at tað vóru 100 ár liðin, síðan sluppin Anna av Toftum gekk burtur á Suðurlandinum í Íslandi.

 

Manningin varð jarðað úr hesu kirkju í Reykjavík.

 

Tað vóru 50 føroyingar, sum vóru komnir til Íslands at luttaka í minningarhaldinum. Harumframt vóru føroyingar í Íslandi og íslendskir føroyavinir við minningarhaldið.

 

Men tað serliga var, at íslendski forsetin og bispurin vóru við til hetta minningarhald, og forsetin hevði eisini eina heilsan í hesum sambandi.

 

Greitt verður nærri frá hesum minningarhaldi í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag. Í komandi viku verður eisini prædikan hjá prestinum, Gerhardi Jónsson Mikkelsen, endurgivin.