Fótbóltur verður inntil klokkan 9 í kvøld

Summarmáladagur er og líkindini góð at spæla fótbólt

Tað er 14. apríl og summarmáladagur. Í dag vera fýra av fimm dystum í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Tann síðsti verður í annaðkvøld, tá ið 07 Vestur verður gestur hjá B68.

 

Líkindini at spæla fótbólt eru góð í dag. Hann er lágur í ættini, og hitin seinnapartin verður umleið 6 stig. Vindferðin valdast ættina. Í Havnini verður hon millum 3 og 7 metrar um sekundið, og við Margáir í Streymnesi og í Sarpugerði í Gøtu verður tað í hvirlunum upp í 9 metrar um sekundið.

 

Í Sarpugerði í Gøtu verður grannauppgerð seinnapartin, tá ið oddaliðið Víkingur fær vitjan av uppflytarunum av Skála.

 

Í Gundadali verður klassikari seinnapartin, tá ið HB fær vitjan av KÍ.

 

 EB/Streymur, ið hevur vunnið eitt stig, fær við Margáir vitjan av ÍF, sum framvegis einki stig hevur vunnið.

 

Og í kvøld klokkan 19 verður B36 gestur hjá uppflytarunum NSÍ í Runavík.

 

 

 

5. umfar

 

Sunnudagin 14. apríl

 

Víkingur – Skála: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00

 

NSÍ – B36: Rúni Gaardbo kl. 19.00

 

EB/Streymur – ÍF: Alex Troleis kl. 17.00

 

HB – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00

 

Mánadagin 15. apríl

 

B68 – 07 Vestur: Heini Ziskason Viðoy kl. 18.00