21. januar. Agnes, deyð umleið ár 300. Halgisøgan um Sanktu Agnes er ein av teimum elstu frásøgnunum um blóðvitni í fornkirkjuni. Hon vildi giftast heidnum fríggjara og varð tikin av døgum. Grikst navn ið merkir: hin óspilta
Dagar og nøvn í álmanakkanum
Hendingar, ið knýta seg at degnum:
1711: Pokurnar koma til Danmarkar. Lítla útróðrarbygdin, Lappen, norðan fyri Helsingør, verður hendan dagin isolerað vegna sjúkueyðkenni.
1720: Svøríki og Preusen skriva undir Stokkhólmavtaluna, sum endar stóra norðurlendska kríggið.
1919: Sine Féin í Írlandi lýsiar írska sjálvstøðuga lýðveldið.
1925: Albania verður lýst sum Lýðveldi
1968: Eitt amerikanskt kjarnorkuvápnað B-52 bumbuflogfar dettur niður nærindis Thule Air Base í Grønlandi. Fleiri kilo av geislavirknum vápna-plutonium verður spreitt út yvir økið.
1977: Ein umstrýdd fosturtøkulóg verður sett í gildi í Italia
1986: 21. januar er almennur klemmidagur í fleiri londum. Dagurin hevur sín uppruna í býnum Cairo í Michigan í USA, og síðan dagurin var samtyktur í USA 21. januar í 1986, hava fleiri lond tikið dagin til sín, eitt nú Týskland, Avstralia, Stóra Bretland, Kanada og Pólland.
2004: Norska krúnprinsaparið, Hákun krúnprinsur og Metta-Marit, krúnprinsessa, fáa fyrsta barnið, eina gentu, ið sum verður trúnarvingur kann gerast fyrsti kvinnuligi regentur í Noreg í 600 ár.
2006: Sonur danska trúnarvingin, Fríðrikur krúnprins og Mary krúnprinsessu, verður doyptur Christian Valdemar Henri John.
Fødd hendan dagin:
1852: Emma Gad, danskur rithøvundur. Skrivaði Takt og Tone (deyð í 1921).
1890: Louis Zachariasen føddur á Kirkju.
1922: Telly Savalas, amerikanskur sjónleikari (deyður í 1994).
1941: Plácido Domingo, spansktføddur tenorur.
1953: Paul Allen, amerikanskur virkisstovnari (Microsoft saman við Bill Gates).
1985: Aura Dione, danskur sangari og sangskrivari
Deyð hendan dagin:
1924: Vladimir Lenin, sovjetiskur leiðari (føddur 1870).
1950: eorge Orwell, bretskur rithøvundur (føddur 1903).