Føroyar vunnu sannførandi stórsigur 4-0 á Liktinstein í venjingardysti í Marbella í Spania.
Miðlar í Liktinstein skriva, at Liktinstein vóru "Chancenlos" - uttan møguleika - móti Føroyum. Og tað er ein viðurkenning í sær sjálvum.
Tað mest gleðiliga var, at tríggir leikarar, Pætur J. Petersen, Adrian R. Justinussen og Arnbjørn Svensson skutu síni fyrstu landsliðsmál í sama landsdysti. Pætur skoraði enntá tvey tey fyrstu málini í 4-0 sigrinum.
Hetta er fyrstu ferð í 29 ár, at tríggir leikarar skjóta síni fyrstu landsliðsmál í sama landsdysti.
Seinast tað hendi var 25. mai í 1995 í einum EM-undankappingardysti á Svangaskarði á Toftum. 3.450 fólk sóu Føroyar vinna 3-0 (2-0) á San Marino. Talan var um fyrsta undankappingarsigurin hjá okkum á einum føroyskum vølli.
Jens Christian Hansen legði Føroyar á odda tá fimm minuttir vóru leiktir. Tríggjar minuttir seinni økti Jens Erik Rasmussen til 2-0. Julian Johnsson økti til 3-0 tá 62 minuttir vóru leiktir. Talan var um fyrstu altjóða landsliðsmálini hjá Jens Christiani, Jens Eriki og Julian. Jens Erik hevði nøkur ár frammanundan skotið nøkur mál á oyggjaleikum, ið ikki telja sum altjóða viðurkend mál.
Vónandi ganga ikki 29 ár til tað hendir næstu ferð.
Kelda: Faroesoccer
##med2##