Geytin 2016: Andrias Høgenni fór við øllum

– Tað er kalt, nátt og vetur. Tað sæst á andlitunum á høvuðsleikarunum, sum eins og onnur hava eitt arbeiði, sum tey við lív og sál ganga uppí. Sjálvt hin minsta smálut í arbeiðinum hava tey lagt til rættis.

 

Soleiðis sigur Geytadómsnevndin í grundgevingini fyri at geva Andriasi Høgenni Geytavirðislønina 2016. Nevndin sigur víðari:

 

» – Men so hendur nakað, ið skeiklar menninskjansligu ætlanina. Tað almenna, øvrigheitin, grípur inn og ber eini boð. Men arbeiðið, og karmurin um alla ta lýstu tilveruna hjá teimum báðum høvuðsleikarunum, er ólógligt. Løgreglan, ørindi og boð hennara verða mótparturin í hesi hugvekjandi søgu um eina tvístøðu, har hvørt sekund, hvørt svar, hvør upplýsingur og hvør gerð, er eitt lívshættisligt svar, eisini tá svarið ikki verður givið, og høvuðsleikararnir bara yppa øksl.

 

Bygnaðurin í søguni er eins greiður og leikaraavrikini. Plottið nemur við flestu tættir í einum góðum stuttfilmi og heldur tær sum áskoðara bundnum heilt til endan.

 

Geytavirðirslønin í 2016 fer til Andrias Høgenni fyri at hava leikstjórnað eksistentiella filmin og umbýtisleikin ”Et knæk”.«

 

Hesaferð vóru áskoðarar og geytadómsnevndin samd um, at rætti vinnarin er Andrias Høgenni, sum eisini eisini fekk áskoðaravirðislønina.