Geytin 2019: Gudmund Helmsdal Nielsen

Filmurin "Tyggigummi" hjá Gudmund Helsmdal Nielsen er um arbeiðsleysa drankaran og skrøggaran Dávur.

Stuttfilmurin "Tyggigummi" hjá Gudmund Helmsdal Nielsen er tilnevndur Geytan 2019, sum verður handaður í Norðurlandahúsinum í kvøld. Gudmund er føddur í 1972 og hevur eina master í filmvísind frá Københavns Universitet. Í fjør vóru tveir filmar hjá Gudmundi tilnevndur Geytan, nevniliga "Myndamálarin" og "Skórn(y)", sum hann leikstjórnaði saman við Sóley Danielsen.

 

Hvat snýr filmurin seg um?

- "Tyggigummi" er tveyarin til filmin "Myndamálarin" og snýr seg um orginalin Dávur. Hann er arbeiðsleysur og býr heima hjá mammu síni í Havn. Hann er skrøggari, drankari, horubukkur og ófriðakroppur - við øðrum orðum ein tapari. Men tað býr tó meira í honum, enn man heldur. Søgurnar um Dáva eru bygdar á anekdotur, sum eru at hoyra til veistlur, á arbeiðsplássinum, í taxabilinum, o.s.fr.

 


Hvussu fanst tú útav, at tú vildi arbeiða við filmi?

- Filmur er reyði tráðurin í lívi mínum. Eg fór at elska film sum 3 ára gamal og gjørdi mín fyrsta, tá eg var 14 ár. Filmur er nú bæði mín frítíð og útbúgving. 

 


Hvørjar eru tínar størstu inspiratiónskeldur?

- Eg havi frá barnsbeini havt áhuga í filmum frá øllum heimsins herðashornum, innan allar sjangrur og stílsløg. Tað kunnu vera filmar hjá stummfilmsleikstjórum so sum Murnau, til leikstjórar sum John Ford, Akira Kurosawa, Sergio Leone, Kubrick, Tarkovski, Spielberg, Coppola, Scorsese, Zhang Yimou, Paul Thomas Anderson o.s.fr. Ein sena á eini løgreglustøð í einum koreanskum filmi kann geva mær íblástur til eina føroyska søgu. Og so taki eg tað, sum eg havi lært, og geri tað til mítt egna.