Góða lagið er aftur í Runavík

Í góðveðrinum í kvøld var Klæmint A. Olsen málskjútti, tá ið uppflytararnir í NSÍ vunnu ímóti FM biðlunum í B36

NSÍ hevur í kvøld vunnið størsta sigurin, síðani uppflytingin í bestu deildina var veruleiki í heyst.

 

Tað boðar frá, at fótbóltslagið í Runavík nú av álvara er aftur, sum tað plagdi at vera. Í gjár vann næstbesta liðið 5-4 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB, og í kvøld vann NSÍ fótbóltsflaggið 1-0 ímóti B36, sum legði sera bragdliga fyri og vann í trimum teimum fyrstu umførunum.

 

Fyri einari viku síðani kiksaði B36, tá ið 11 B36 spælarar ikki megnaðu meiri enn 2-2 ímóti 10 07 Vestur spælarum.

 

Í kvøld vóru nógv mistøk í B36 uppspælinum, og tað kostaði málið, sum vísti seg at vera NSÍ sigursmálið, tá ið seinni hálvleikur var eitt lítið korter gamal. B36 misti bóltin í uppspæli í vinstru, Jasper Van Der Heyden streyk til baklinjuna í høgru og lyfti bóltin til handara stólpa, har Klæmint A. Olsen var á rætta staðnum í røttu løtuni og við høvdinum sendi bóltin í málið.

 

1-0 til NSÍ og fýra minuttir seinni varð B36 mótbrekkan uppaftur brattari.

 

Eftir B36 hornaspark megnaði NSÍ verjan at beina burtur. Óføra raski Steffan A. Løkin vann bóltin av Símuni Sólheim, sum á NSÍ hálvuni var aftasti maður hjá B36, og tað kostaði reytt kort, tá ið Símun Sólheim óregluliga royndi at steðga Steffani.

 

Hóast teir vóru undirmannaðir, so royndu teir í B36 at spenna álopsbogan, men tað eydnaðist ikki at vinna málmøguleikan, sum skuldi til. Heldur var tað NSÍ, sum fleiri ferðir var um reppið at økja um leiðsluna.

 

Hjá NSÍ var neyðugt at broyta uppstilling, tí miðverjin Oddur Á. Højgaard undan dystarbyrjan varð skaddur. Tí var miðvallarin Betuel Hansen fluttur aftur í miðverjuna og Mórits Heini Mortensen settur inn á miðvøllin.

 

-Vit eru øgiliga vónbrotnir, tí hetta var avgjørt ikki tað, sum vit høvdu ætlað, tá ið vit í dag fóru inn til Runavíkar. Men vit gjørdu nógv mistøk, og tað ávirkaði avrikið, at sendingarnar so ofta vóru óneyvar. Eg haldi, at vit spældu væl fyrstu løtuna, tá ið vit høvdu møguleika at seta hol á, men eftir at NSÍ hevði lagt seg á odda og ikki minst tá ið vit høvdu mist ein mann, vóru vit órógvaðir. Hetta fara vit nú at eftirmeta, og so fara vit sunnudagin við góðum treysti inn til Gøtu, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík við Sigurdjón Einarsson í FM1 útvarpinum.

 

B36 er á triðja plássi við 10 stigum, og NSÍ er á fimta plássi við 9 stigum. Sunnudagin fer NSÍ til Fuglafirðar, og B36 fer at spæla í Gøtu ímóti Víkingi.