Grønlendskur deyðsmálmur á G!

G! avdúkar í dag, at Sound of the Damned úr Grønlandi koma á ársins festival.

G! Festivalurin skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

 

Sound of the Damned spælir deyðsmálm. Og tað sum ger hendan bólkin púra serstakan er, at sungið og knurrað (growlað) verður á grønlendskum. Sigast má at hettar riggar avbera væl!

 

Bólkurin hevur vitjað í Føroyum áður, tá ið teir tóku upp plátuna "Atornerlunnanga". Hettar bleiv sjálvandi gjørt í Studio Bloch saman við Theodor Kapnas, kendur úr Hamferð.

 

Spennandi er at fylgja við, nú eitt nýtt ættarlið tekur við hjá bróðurtjóðini fyri norðan. Ungdómurin leitar aftur til upprunan, og hettar sæst millum annað, tá ið tey fáa sær siðbundnar tattoveringar í andlitið, og tey práta heldur enskt enn danskt, tá ið tey ferðast.

 

Vit gera klárt at lyfta hornini!