Håkan er nú hagtalsliga tann besti landsliðsvenjarin

Håkan Ericson hevur nú líka nógvar sigrar sum Lars Olsen, men fleiri javnleikir

Håkan Ericson er nú hagtalsliga tann besti landsliðsvenjarin, og Lars Olsen er vístur til annað plássið.

Til í dag var Lars Olsen (2011-2019) hagtalsliga besti landsliðsvenjarin hjá føroyska A-landsliðnum við níggju sigrum og sjey javnleikum.

 

Við 4-0 stórsigrinum á Liktinstein fyrr í kvøld er verandi landsliðsvenjarin, Håkan Ericson nú hagtalsliga besti landsliðsvenjarin hjá føroyska A-landsliðnum við níggju sigrum og níggju javnleikum.

 

Allan Simonsen (1994-2001) er hagtalsliga tann triðbesti landsliðsvenjarin við átta sigrum og sjey javnleikum.

 

Fimm av sigrunum hjá Håkani Ericson eru í Nations League: 2-1 á Turkalandi, 2-1 á Litava í seinastu Nations League kappingini, og 2-0 og 1-0 á Andorra, og 3-2 á Malta í næstseinastu Nations League kappingini.

 

Í undanfarnu HM-undankappingini bleiv talan um ein sigur: 2-1 á Moldova. Haraftrat er nú talan um tríggjar sigrar í venjingardystum móti Liktinstein: ávikavist 4-0, 1-0 og 5-1.

 

Í EM-undankappingini í fjør fingu vit tveir javnleikir. Báðir vóru á útivølli: 1-1 móti Moldova og 0-0 móti Albania. 

 

Javnleikirnir vóru í seinastu Nations League kappingini hesir: 1-1 móti Litava og 2-2 móti Luksemborg á útivølli. Í næstseinastu Nations League kappingini vóru javnleikirnir hesir: 1-1 og 1-1 móti Lettlandi, heima og úti, og 1-1 móti Malta á útivølli.

 

Í undanfarnu HM-undankappingini fingu vit javnleik 1-1 móti Moldova á útivølli. Á vári í 2022 leiktu vit javnleik 0-0 móti Gibraltar í einum venjingardysti á útivølli. 

 

Lars Olsen hevði tó bara eina Nations League kapping í hansara tíð sum landsliðsvenjari. Håkan Ericson fer í heyst í gongd við sína triðju Nations League kapping.

 

Undir tíðini Allan Simonsen var landsliðsvenjari var einki U21-landslið til at menna komandi A-landsliðsleikarar. Tá var eitt U18-landslið tað nærmasta, ið var A-landsliðnum. Umsitingarliga var FSF tá í tíðini eisini ógvuliga langt frá tí FSF er í dag. Tá í tíðina vóru heldur ongar Nations League kappingar. 

 

So tað er kanska ikki altíð rætt at samanbera, og hagtøl eru altíð evni til kjak.

 

Men hagtalsliga er Håkan Ericson nú landsliðsvenjarin við tí bestu úrtøkuni. Og hann má heldur enn gjarna bøta um hagtølini tað sum eftir er av landsliðsárinum 2024. 

 

 

 

 

 

Håkan Ericson er nú hagtalsliga tann besti landsliðsvenjarin, og Lars Olsen er vístur til annað plássið.