Handbollskanalen: Jana og Súna vóru ein stór hóttan

Stórur svenskur hondbóltsmiðil heldur Svøríki avrikaði illa móti Føroyum

Eingin svenskur miðil fylgir svenskum hondbólti og svenskum liðum í altjóða hondbólti betur enn Handbollskanalen.

 

Handbollskanalen givur ilt av sær um svenska avrikið í 31-27 (14-11) sigrinum á Føroyum í høllini á Hálsi ígjár. Hildið verður, at svenska liðið kom bara upp í støðið seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, tá liðið loksins fekk eina frástøðu til føroyska liðið. Handbollskanalen heldur, at Svøríki hevði enn størri trupuleikar av føroyska liðnum í seinna hálvleiki.

 

Handbollskanalen dregur fram Janu Mittún, ið skoraði átta mál og Súnu K. Hansen, ið skoraði fýra mál. Handbollskanalen heldur, at svenska verjan fekk ikki tak á Janu Mittún sum var tann størsta føroyska hóttanin. Handbollskanalen heldur, at Jana saman við Súnu voldi svensku verjuni stórar trupuleikar. Yvirfyri svensku lesarunum gloymir Handbollskanalen ikki at útgreina, at Jana er systur Óla og systkinabarn Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið øll hondbóltsáhugað í Svøríki kenna væl. 

 

Handbollskanalen fegnast tó um, at Svøríki við sigrinum hevur vunnið EM-undankappingarbólk 7 og hevur fult stigatal, 10 stig.