Hava bara valt 25 kvinnur á ting

Hóast tað í gjár vóru 100 ár síðani, at kvinnur í Føroyum fyri fyrstu ferð sluppu á løgtingsval, so hava føroyingar tilsamans bara valt 25 kvinnur á ting. Og bara 14 kvinnur hava sitið í landsstýrinum. 6 kvinnur hava havt sæti á tingi sum eykafólk fyri landsstýrisfólk

Hóast tað í gjár vóru 100 ár síðani, at kvinnur í Føroyum fyri fyrstu ferð sluppu á løgtingsval, so hava føroyingar tilsamans bara valt 25 kvinnur á ting. Og bara 14 kvinnur hava sitið í landsstýrinum. 6 kvinnur hava havt sæti á tingi sum eykafólk fyri landsstýrisfólk

 

Tað var í 1916, at kvinnur fingu valrætt til Løgtingið. Fyrsta løgtingsvalið var tvey ár seinni, 24. apríl í 1918. Tað skuldu ganga 60 ár og 18 løgtingsval hjá føroyingum at venja seg so væl við tankan um, at kvinnur vórðu valdar í løgtingið.

 

Tað hendi á løgtingsvalinum 7. november í 1978, tá Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum vórðu valdar á ting í Suðurstreymoyar valdømi.

 

Men Jona Henriksen hevði sitið á tingi valskeiðið frammaundan. Hon stillaði upp til løgtingsvalið í 1974 og fekk við sínum 204 atkvøðum næstflestar atkvøður á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreym. Jákup Lindenskov varð afturvaldur við 477 atkvøðum, men tá hann helt fram í landsstýrinum, tók Jona Henriksen sæti fyri hann í løgtinginum frá 1975 til løgtingsvalið í 1978.

 

Fyrsta kvinna, sum hevur møtt á tingi var Malla Samuelsen úr Sjálvstýrisflokkinum, sum kom inn nakrar dagar í 1964 sum eykafólk fyri Marius Johannesen.

 

Men tað er altso ikki fyrr enn í 1975, at ein kvinna, Jona Henriksen, hevur fast sæti í tingsalinum.

 

Í 1978 varð løgtingsvallógin broytt soleiðis, at talið av valdømisvaldum tingfólkum verður økt úr 20 upp í 27. Talið á eykamandatum verður samstundis lækkað úr 10 niður í 5. Eftir hetta varð talið av løgtingsfólkum altíð 32. Frammanundan var talið skiftandi. Tá lógin um eitt valdømi kom í gildi í 2008, varð tingfólkatalið hækkað til 33.

 

Broytingin í 1978 førdi við sær, at 8 valdømisvald fólk skuldi veljast í Suðurstreymoy. Og júst í Suðurstreymoy var møguleikin størstur at fáa kvinnur valdar, tí hetta var fólkaríkasta valdømi.

 

Og soleiðis var longu í 1978, tá Jona Hendriksen varð vald sum nummar tvey hjá Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro sum nummar tvey hjá Tjóðveldisflokkinum.

 

Í 1980 røkk Jona Henriksen ikki øðrum plássi, tí tá varð hon yvirhálað av Jóannes Dalsgaard. Karin Kjølbro var einsamøll kvinna á tingi frá 1984 til 1988.

 

Á løgtingsvalinum í 1988 verður Karin Kjølbro afturvald. Hesaferð hevur Tjóðveldisflokkurin tvær kvinnur í fremstu røð, tí á fyrsta plássið verður Jóngerð Purkhús vald. Og tá verður eisini Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum vald. Tí eru tríggjar kvinnur í løgtinginum valskeiðið frá 1988 til 1990.

 

Á valinum í 1990 verða tríggjar kvinnur valdar: Lisbeth L. Petersen, Marita Petersen og Helena Dam á Neystabø, allar úr Suðurstreymoyar valdømi.

 

Í 1994 verða umframt tær tríggjar, sum vórðu valdar í 1990, eisini valdar Ingeborg Vinther fyri Verkamannafylkingina. Hon er vald í Suðuroy og Maria Hansen í Vestmanna. Nú eru fyri fyrstu ferð kvinnur valdar uttan fyri Suðurstreym.

 

Í 1998 minkar talið aftur niður á tríggjar kvinnur, sum allar eru valdar í Suðurstreymoy: Annita á Fríðriksmørk, Lisbeth L. Petersen og Katrin Dahl Jakobsen.

 

Í 2002 verða aftur fýra kvinnur valdar – allar úr Suðurstreymoy: Annita á Fríðriksmørk, Kristina Háfoss, Katrin Dahl Jacobsen og Lisbeth L. Petersen.

 

Í 2004 minkar talið niður á tríggjar: Lisbeth L. Petersen, Heidi Petersen, vald í Norðstreymoy, og Annita á Fríðriksmørk.

 

Eftir at Føroyar gjørdist eitt valdømi í 2008 fingu kvinnur frægari atgongd til løgtingið, tí tá varð talið av kvinnum meira enn tvífaldað til sjey kvinnur: Katrin Dahl Jacobsen, Annika Olsen, Annita á Fríðriksmrøk, Helena Dam á Neystabø, Rósa Samuelsen, Bjørt Samuelsen og Bergtóra Høgnadóttir.

 

Í 2011 øktist kvinnuumboðanin aftur. Tá vóru 10 kvinnur valdar: Annika Olsen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Rósa Samuelsen, Edva Jacobsen, Rigmor Dam, Eyðgunn Samuelsen, Kristina Háfoss, Bjørt Sameulsen, Gunvør Balle og Sirið Stenberg.

 

Á seinasta løgtingsvali, sum var 1. september í 2015 vóru aftur 10 kvinnur valdar: Annika Olsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Sonja Jógvansdóttir, Eyðgunn Samuelsen, Rigmor Dam, Sirið Stenberg, Kristina Háfoss, Annita á Fríðriksmørk, Katrin Kallsberg og Hanna Jensen.

 

Kvinnur á tingi í bókstavarøð:
   
1    Annika Olsen 2008-
2    Annita á Fríðriksmørk 1998-2011 og 2015-
3    Bergtóra Høgnadóttir 2008-2011
4    Bjørt Samuelsen 2008-2015
5    Edva Jacobsen 2011-2015
6    Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 2011-
7    Eyðgunn Samuelsen 2011-
8    Gunvør Balle 2011-2015
9    Hanna Jensen 2015-
10    Heidi Petersen 2004-2008
11    Helena Dam á Neystabø 1990-2002 og 2008-2011
12    Ingeborg Vinther 1994-1998
13    Jona Henriksen 1978-1980
14    Jóngerð Purkhus 1988-90
15    Karin Kjølbro 1978-1990
16    Katrin Dahl Jakobsen 1998-2004 og 2008-2011
17    Katrin Kallsberg 2015-
18    Kristina Háfoss 2002-2004 og 2011-
19    Listbeth L. Petersen 1990-2008
20    Maria Hansen 1994-1998
21    Marita Petersen 1988-1998
22    Rigmor Dam 2011-
23    Rósa Samuelsen 2008-2011
24    Sirið Stenberg 2011-
25    Sonja Jógvansdóttir 2015
26    Eykafólk: Hildur Patursson 1993-94
27    Eykafólk: Jóna Mortensen 2011-2015
28    Eykafólk: Kristianna Winther Poulsen 2013 og 2015-
29    Eykafólk: Óluva Klettskarð 2015-
30    Eykafólk: Rúna Sivertsen 1998-2004
31    Eykafólk: Ruth Vang 2015-
 

Føroya Landsstýri 15. september 2015 

4 kvinnur:

Rigmor Dam

Eyðgunn Samuelsen

Kristina Háfoss

Sirið Stenberg

 

Føroya Landsstýri 14. november 2011 -15.september 2015 

1 kvinna:

Annika Olsen

 

Føroya Landsstýri 26. september 2008 - 14. november 2011

2 kvinnur:

Helena Dam á Neystabø, lstk. jv. - mentamál

Annika Olsen, lstk. ff. - innlendismál

 

Føroya Landsstýri 4. februar 2008 - 26. september 2008

3 kvinnur:

Helena Dam á Neystabø, lstk. jv. - løgmál

Kristina Háfoss, lstk. tj. - mentamál

- frá 30. august 2008: Óluva Klettskarð

Bjørt Samuelsen, lstk. tj. - vinnumál

 

Føroya Landsstýri 3. februar 2004 - 4. februar 2008

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 6. juni 2002 - 3. februar 2004

1 kvinna:

Annlis Bjarkhamar

- frá 17. september 2003: Annita á Fríðriksmørk

 

 

Føroya Landsstýri 15. mai 1998 - 6. juni 2002

1 kvinna:

Helena Dam á Neystabø, lstm., sj. - almanna- og heilsumál

 

Føroya Landsstýri 11. juni 1996 - 15. mai 1998

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 10. september 1994 – 11. juni 1996

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 24. apríl 1993 - 10. sept. 1994

1 kvinna:

Marita Petersen, løgm., jv. - Uttanlandsmál og løgmál

 

Føroya Landsstýri 15. jan. 1991 - 24. apr. 1993

1 kvinna:

Marita Petersen, lstm., jv. - Mentanar-, skúla- og løgmál

 

Føroya Landsstýri 22. juni 1989 - 15. jan. 1991

1 kvinna:

Jóngerð Purkhús, lstm., tj. - Búskapar-, samferðslu-, og norðurlandamál

 

Føroya Landsstýri 18. jan. 1989 - 22. jun. 1989

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 5. apr. 1988 - 18. jan. 1989

2 kvinnur:

Karolina Petersen, lstm., fr. - Almanna- og kommunumál

Jóngerð Purkhús, lstm., tj. - Fíggjar-, búskapar- og umhvørvismál

 

Føroya Landsstýri 10. jan. 1985 - 5. apr. 1988

1 kvinna:

Jóngerð Purkhús, lstm., tj. - Fíggjar-, búskapar- og umhvørvismál

 

Føroya Landsstýri 5. jan. 1981 - 10. jan. 1985

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 23. jan. 1979 - 5. jan. 1981

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 11. jan. 1975 - 23. jan. 1979

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 12. des. 1970 - 11. jan. 1975

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 19. nov. 1968 - 12. des. 1970

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 12. jan. 1967 - 19. nov. 1968

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 4. jan. 1963 - 12. jan. 1967

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 9. jan 1959 - 4. jan. 1963

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 18. des. 1954 - 9. jan. 1959

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 15. des. 1950 - 18. des. 1954

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 12. mai 1948 - 15. des. 1950

0 kvinnur

Kvinnur í landsstýrinum:1    Annika Olsen2    Annita á Fríðriksmørk3    Annlis Bjarkhamar4    Bjørt Samuelsen5    Eyðgunn Samuelsen6    Helena Dam á Neystabø7    Jóngerð Purkhús8    Karolina Petersen9    Kristina Háfoss10    Marita Petersen11    Óluva Klettskarð12    Rigmor Dam13    Sirið Stenberg14    Rósa Samuelsen