Her er tað Doru Tiberiu á Torvlaðnum, sum er á Norðhavinum. Hann er ein av teimum, sum í nógv fylgjandi ár hevur fiskað við snellu í vártíðini - og eisini í vár hevur hann gjørt onkran túr.

Hava fingið fisk tá tað hevur viðrað

- Tað er lítil og eingin tilgongd av útróðrarmonnum og teir, sum eru, gerast ikki yngri, sigur Johan K. Joensen á Eið.

 

Her er tað Doru Tiberiu á Torvlaðnum, sum er á Norðhavinum. Hann er ein av teimum, sum í nógv fylgjandi ár hevur fiskað við snellu í vártíðini - og eisini í vár hevur hann gjørt onkran túr.

Besta tíðin á Norðhavinum við snellu fer nú at halla, og lítið hevur verið at hoyrt um, hvussu tað hevur gingist hjá snellubátunum í vár.

 

Á Eiði, har teir nógvu bátarnir plagdu at landa, hevur fyritøkan hjá Hans Egili Joensen & Synum tikið sær av landingum í mong ár.

 

Johan K. Joensen, sum altíð er ein góð kelda í vártíðini, sigur, at fiskiskapurin hjá snellubátunum higartil í vár hevur verið hampiliga góður.

 

- Men, sum so mangan í vártíðini, hevur tað ikki viðrað nakað serligt. Hetta eru smáir bátar, og tað skal ikki nógv til, at teir ikki sleppa til útróðrar.

 

Hann vísir á, at tað hevur verið nógv høgætt og nógvur landnyrðingur. Hvørgin ættin kann brúkast norðan fyri, um nakar sum helst vindur er.

 

- Soleiðis hevur lítil útróður verið seinastu tvær vikurnar. Í gjár hevði ein bátur eini 1500 pund, og einir 2-3 tríggir bátar eru úti í dag.

 

Johan K. Joensen sigur, at tá tað hevur viðrað, hava einir 10-12 bátar verið úti, og tá hava teir flestu ligið báðum megin 2000 pund á dagin.

 

- Bátarnir hava roynt nakað uttarlaga, kanska úti á 14-16 fjórðingum. Fiskurin, teir hava fingið á snellu, hevur verið bæði stórur og góður.

 

Hann heldur, at samlaða talið av avreiðingum í mars á Eiði hevur ligið um 100.

 

- Hetta ljóðar kanska ikki av ongum, men hetta er ikki meira enn tað, vit kundu hava í ein dag, tá snelluútróðurin var mestur.

 

Johan K. Joensen sigur, at ein várdag á Eiði landaðu teir vanliga einar 40-50 bátar og upp aftur fleiri, tá onkur leygardagur royndist til veður.

 

- Men, soleiðis er tað ikki longur. Nei, útróðurin er ikki, sum hann var. Tað er eingin tilgongd av útróðrarmonnum og teir, sum eru, gerast ikki yngri, leggur hann aftrat.

 

 

 

Her er tað Doru Tiberiu á Torvlaðnum, sum er á Norðhavinum. Hann er ein av teimum, sum í nógv fylgjandi ár hevur fiskað við snellu í vártíðini - og eisini í vár hevur hann gjørt onkran túr.