Havnameistari: Vit fylgja bara reglunum

Aftaná Perseus rendi seg fast í gjárkvøldið hava nakrar atfinningarsaman røddir verið við, at uppmerkingin ikki er í lagi. Havnameistarin vísir hesum aftur

Uppmerkingin við grótkasti við havnarútbyggingina í Havn er ov vánalig. Tað siga í øllum førum ávísar atfinningarsamar røddir á sosialu miðlunum. Havnameistarin í Havn, Jónsvein Lamhauge, vísir hesum aftur, og sigur, at Tórshavnar Havn ikki av sínum eintingum uppmerkir øki, men svarar til ein hægri myndugleika. 

 

- Tá ið tað kemur til avmerking á sjóðnum, so er tað danska Søfartsstyelsen, sum er myndugleiki á økinum. Vit samskifta við Søfartsstyrelsen gjøgnum Landsverk. Tá ið vit so skulu avmerkja, so gera vit eitt uppskot til, hvussu tað skal vera, og so verður tað góðkent har niðri. Í hesum førinum er tað uppmerkt við tveimum klárum boyðum og einari grønari fyri endan, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari í dag. 

 

Les eisini: FaroeShip: Ein kanning má siga hvat hendi 

 

Hann sigur, at tey merkja ikki av sínum eintingum, eisini tí, at slíkar uppmerkingar skulu lýsast á røttum støðum. Og alt slíkt er ein púra føst mannagongd, sum skal fylgjast, so at skip fáa røttu kunningina rættstundis. Eitt nú verður tað lýst og rættað í viðkomandi talgildum kortum. 

 

- Alt kann sikkurt gerast upp á aðrar mátar, men vit hava so bert fyrihildið okkum til tað, sum myndugleikarnir siga, sigur havnarmeistarin. 

 

Í sambandi við hetta óhappið hevur verið sagt, at tað skuldi verið AIS skipanir galdandi fyri boyðurnar, sum vísa uppmerkingina við havnarútbyggingina. Havnarmeistarin greiðir frá, at hetta er ein onnur teknisk skipan, sum ger, at boyðirnar eru meira sjónligar á kortunum, enn tær eru í dag. 

 

Les eisini: Video: Brimil fekk farmaskipið av aftur

 

- Vit hava spurt Søfartsstyrelsen um AIS skipanin er betur egnað til uppmerkingina av havnarútbyggingini, men tey siga, at tað er nóg mikið við tí uppmerking vit hava nú og soleiðis meta tey AIS skipanina vera óneyðuga. Vit eru ikki serkøn á hesum økinum, og tí meina vit einki annað enn tað, sum vit fáa boð um frá Søfartsstyrelsen, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari.