Heita á Ísrael um ikki at hevna iranska álopið

- Frakland vil gera alt fyri, at spenningurin og krígsatgerðirnar í Miðeystri ikki veksa, sigur forsetin, Emmanuel Macron.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, heitir á Ísrael um ikki at hevna iranska álopið um vikuskiftið, har Iran sendi fleiri enn 300 dronur og rakettir eftir málum í Ísrael.

 

Forsetin heldur, at støðan er so mikið spent í Miðeystri í løtuni, og at tað er óðamannaverk at gera støðuna enn spentari.

 

- Frakland vil gera alt fyri, at spenningurin og krígsatgerðirnar í Miðeystri ikki veksa, sigur forsetin, Emmanuel Macron.

 

Í samrøðu við útvarpsstøðina RMC vísir hann á, at heimurin er stúrin fyri, at spenningurin í økinum kann veksa, og hann heitti á Ísrael um ikki at fremja hevndarálop.

 

Eftir at iranska sendistovan í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus varð álopin og løgd í oyði, framdi Iran hevndarálop á Ísrael. 

 

Iran metir nevniliga, at tað var Ísrael, sum stóð aftan fyri álopið á sendistovuna, har fleiri limir í iransku tjóðarhirðuni lótu lív.

 

Emmanuel Macron heitir á Ísrael um heldur at isolera Iran enn at hevna álopið við vápnum.

 

##med2##

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur Reuters fyri hesar útsagnir hjá franska forsetanum fyrrapartin.

 

Eisini týski kanslarin, Olaf Scholz, sigur, at Ísrael eigur at lata vera við at hevna iranska álopið, har tað eydnaðist Ísrael saman við sameindum at beina fyri 99 prosetum av iransku dronunum og rakettunum.

 

- Týski kanslarin ávaraði eisini Iran í sama viðfangi um at leypa á Ísrael aftur, veit tíðindastovan, Reuters, at siga.

 

 

 

 

 

Emmanuel Macron heitir á Ísrael um ikki at hevna iranska álopið um vikuskiftið.