Her er íslendski hópurin sum møtir Føroyum 7. apríl

Ísland og Føroyar møtast í Hafnarfirði 7. apríl

Venjarin hjá íslendska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Arn­ar Pét­urs­son hevur tikið út hópin, ið skal spæla móti Luksemborg á útivølli 3. apríl, og sum tekur móti Føroyum á heimavølli á Hafnarfirði 7. apríl.

 

Ísland vann 32-14 (19-7) á Luksemborg á heimavølli 11. oktober í fjør, og tað er nærum eingin ivi um, at tær aftur fara at vinna á Luksemborg á útivølli.

 

Ísland vann 28-23 á Føroyum í høllini á Hálsi 15. oktober í fjør. Føroyar vóru á odda 12-11 í steðginum. Munurin í seinna hálvleiki var effektiviteturin í álopsstøðunum.

 

Sostatt kann Ísland tryggja sær annað plássið í bólkinum við at vinna á Føroyum, spæla javnt, ella tapa við færri enn fimm málum, og harvið vera betur innanhýsis.

 

Um Føroyar skulu taka annað plássið frá Íslandi fer tað at krevja ein sigur upp á seks mál ella fleiri, ella ein fimmmálssigur sum er 29-24, ella við fleiri málum. 

 

Hjá okkara kvinnum verður málið fyrst og fremst í dystunum móti Svøríki á heimavølli 3. apríl, og á útivølli móti Íslandi 7. apríl at enda millum fýra teir bestu tríararnar í teimum átta EM-undanbólkunum, og harvið tryggjað sær eitt pláss í EM-endaspælinum í Eysturríki, Sveis og Ungarn seinast í hesum árinum.

 

Í íslendska hópinum er eisini Andrea Jakobsen hjá Silkeborg/Voel, ið er av føroyskari ætt.

 

HER er íslendski hópurin við tali av landsdystum og málum:

 

Málverjar:

 

Elín Jóna Þor­steins­dótt­ir, EH Aal­borg (57/​2)

Haf­dís Renötu­dótt­ir, Val­ur (56/​3)

Sara Sif Helga­dótt­ir, Val­ur (9/​0)

 

Útileikarar:

 

Alfa Brá Hagalín, Fram (0/​0)

Andrea Jak­ob­sen, Sil­ke­borg-Voel (50/​75)

Berg­lind Þor­steins­dótt­ir, Fram (24/​5)

Dí­ana Dögg Magnús­dótt­ir, BSV Sach­sen Zwic­kau (50/​68)

Elín Rósa Magnús­dótt­ir, Val­ur (17/​39)

Elín Klara Þor­kels­dótt­ir, Hauk­ar (10/​17)

Elísa Elías­dótt­ir, ÍBV (13/​11)

Hildigunn­ur Ein­ars­dótt­ir, Val­ur (106/​124)

Jó­hanna Mar­grét Sig­urðardótt­ir, Skara (13/​10)

Katrín Anna Ásmunds­dótt­ir, Grótta (0/​0)

Katrín Tinna Jens­dótt­ir, ÍR (18/​6)

Lilja Ágústs­dótt­ir, Val­ur (22/​15)

Perla Rut Al­berts­dótt­ir, Sel­foss (46/​85)

Stein­unn Björns­dótt­ir, Fram (46/​60)

Sunna Jóns­dótt­ir, ÍBV (88/​64)

Thea Imani Sturlu­dótt­ir, Val­ur (76/​168)

Tinna Sig­ur­rós Trausta­dótt­ir, Sel­foss (2/​1)

Þórey Rósa Stef­áns­dótt­ir, Fram (135/​391)