22 manslandslið kappast um 11 HM-pláss

Undanundankappingarnar eru lidnar, og nú er bert seinasta undanumfarið eftir

Undanundankappingarnar til HM-endaspælið í hondbólti hjá monnum eru avgreiddar. 

 

Nú er greitt hvørji 22 landslið fara at kappast um tey 11 plássini, ið eru tøk hjá Evropa til HM-endaspælið í Danmark, Noregi og Kroatia í januar.

 

Dystirnir vera leiktir - heima og úti - millum 7. mai og 12. mai. 

 

Føroyar spæla móti Norðurmakedonia í høllini á Hálsi í Havn, mikukvøldið 8. mai klokkan 19, og á útivølli í Norðurmakedonia, sunnukvøldið 12. mai klokkan 18.

 

Her eru tey 22 landsliðini sum kappast um 11 pláss í HM-endaspælinum í januar:

 

Rumenia – Kekkia.

Spania – Serbia.

Føroyar – Norðurmakedonia.

Slovenia – Sveis.

Portugal – Bosnia Hersogovina.

Ísland – Estland.

Póland – Slovakia.

Georgia – Eysturríki.

 

Litava – Ungarn.

Italia – Montenegro.

Grikkaland – Niðurlond.