Hetjuavrik hjá føroysku kvinnunum móti nummar 4 í heiminum

Føroysku kvinnurnar taptu seinna hálvleik við bert einum máli, og dystin móti Svøríki við fýra málum

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti framdi eitt satt hetjuavrik móti heimsins fjórðbesta landsliðið, Svøríki í høllini á Hálsi í kvøld.

 

Føroyar taptu 27-31 fyri Svøríki, ið var á odda 14-11 í steðginum. Seinni hálvleikur var taptur við bert einum máli, 16-17.

 

Føroysku kvinnurnar stríddust gjøgnum allan dystin, og svensku stórfavorittarnir máttu arbeiða hart fyri sigrinum.

 

Í fjør taptu føroysku kvinnurnar 20-37 (13-19) fyri Svøríki á útivølli, so talan er um stóra framgongd. 

 

Tað týdningarmesta við fýramáls-tapinum er, at vit í tríarara-roknskapinum eru triðbest, og eru níggju mál betur enn nummar fýra, Grikkaland sum hevur torføran útidyst móti Rumenia sunnudagin.

 

Sunnudagin klokkan 17 spæla Føroyar móti Íslandi á Hafnarfirði, og avrika føroysku kvinnurnar eins væl og í kvøld fáa vit stig, ella í ringasta føri eitt tepurt tap, ið ikki skaðar tríara-roknskapin.

 

Fyrr í dag í okkara undankappingarbólki, EM-undankappingarbólki 7 vann Ísland á útivølli 31-15 (15-5) á Luksemborg.

 

Svøríki er fremst við 10 stigum, Ísland hevur seks stig, Føroyar hava fýra stig og Luksemborg hevur einki stig. 

 

Føroyar-Svøríki 27-31 (11-14) - EM undankappingardystur

 

Føroyar: Jana Mittún 8/12, Elsa Egholm 5/8, Súna K. Hansen 4/7, Anna Elisabeth H. Weyhe 3/4, Lív S. Poulsen 3/6, Rannvá Olsen 1/1, Pernille Brandenborg 1/1, Hervør Niclasen 1/1, Bjørk F. Joensen 1/1, Turið A. Samuelsen 1/4.

 

Annika F. Petersen bjargaði átta av 34 málroyndum (23,53 %), Rakul S. Wardum 0/2. 

 

Føroyar skoraðu upp á 27 av 44 málroyndum. Svøríki skoraði upp á 31 av 46 málroyndum.