Hetta vóru dýrir minuttir í Klaksvík

B68 misti tríggjar, og KÍ misti tveir spælarar, tá ið Páll A. Klettskarð var tvífaldur málskjútti, og KÍ vann tryggan heimasigur

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Toftamenn ætlaðu sær at megna tað, sum eingin hevði roknað við, tá ið teir í kvøld vóru í Klaksvík og spældu landskappingardyst.

 

Teir megnaðu tað ikki, tí KÍ vann trygga sigurin, sum tað var roknað við, at KÍ fór at vinna.

 

Úrslitið var 3-0 eftir 2-0 leiðslu í fyrra hálvleiki.

 

Páll Klettskarð var tvífaldur málskjútti í fyrra hálvleiki, og nú hevur hann í seks landskappingardystum skorað níggju mál.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin staðfesti Pætur J. Petersen trygga 3-0 sigurin. Fyri einum mánað síðani skoraði Pætur J. Petersen tvey mál í landsdysti ímóti Liktinstein. Málið í kvøld var tað fyrsta hjá Pæturi, síðani hann í vetur flutti úr Íslandi og til Klaksvíkar, og hetta var fyrsta málið hjá Pæturi í føroysku landskappingini síðani 11. september í 2022, tá ið Pætur J. Petersen og HB vunnu 4-0 á útivølli ímóti 07 Vestur, og Pætur J. Petersen var tvífaldur málskjútti.

 

Í kvøld var tað merkisvert, at onkrir av nýggju monnunum hjá KÍ av álvara gjørdu um seg. Dan í Soylu átti uppleggið til 1-0 málið, sum varð skorað átta minuttir undan steðginum, Latif Ahmed átti uppleggið, tá ið Páll A. Klettskarð økti um munin til 2-0, tá ið klokkan var farin tveir minuttir út um vanligu tíðina av fyrra hálvleiki, og so var tað Pætur J. Petersen, sum skoraði til 3-0, eftir at Jóannes K. Danielsen legði innfyri.

 

Tað var fagnaður um sigurin í Klaksvík, og klaksvíkingar vóru nøgdir við, at einki mál fór ígjøgnum hjá KÍ.

 

Úrslitið ber við sær, at KÍ er á triðja plássi við 12 stigum. B68 hevur framvegis eitt stig.

 

Mitt í næstu viku fara bæði KÍ og B68 at spæla í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið. KÍ fær vitjan av HB, og B68 fær vitjan av ÍF.

 

Í fyrireikingunum til steypadystirnar mitt í næstu viku og síðstu dystirnar í fyrsta triðingi av landskappingini kemur tað illa við, at fleiri spælarar í kvøld noyddust skaddir av vøllinum í Klaksvík.

 

Deni Pavlovic, sum undan dystinum var ivasamur, noyddist skaddur av vøllinum longu í 26. minutti. Mads Bo Mikkelsen, sum hevur verið darvaður av skaða, loysti Deni av, og Mads fór av aftur vøllinum, tá ið tað restaðu tveir minuttir.

 

Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð og René Shaki Joensen vórðu útskiftir, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Tá varð hugsað um, at KÍ mikudagin fer at spæla steypadyst ímóti HB.

 

Hjá B68 fóru tríggir spælarar skaddir av vøllinum.

 

Hjalti Strømsten, sum í kvøld var verjukendur miðvallari, fór skaddur av vøllinum í 19. minutti, tá ið Bartal Páll Klein var avloysari.

 

Í 28. minutti fór liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen skaddur av vøllinum. Sebastian Lau Nielsen, sum var smáskaddur, var avloysari.

 

Og fýra minuttir undan steðginum varð Fríði á Borg, sum var vongverji í vinstru, nú Bárður Ó. Jensen var skaddur, borin av vøllinum. 18 ára gamli Kristoffur Gaardlykke loysti hann av. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Kristoffur Gaardlykke var á besta liðnum hjá B68.

 

 

 

KÍ – B68 3-0 (2-0)

 

1-0: Páll A. Klettskarð 37.

 

2-0: Páll A. Klettskarð 45.+2.

 

3-0: Pætur J. Petersen 55.

 

Dómari: Áki Leitisstein Hansen

 

KÍ: Mark O. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Børge Petersen, Jákup N. Vilhelmsen, Latif Ahmed – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Dan í Soylu, René S. Joensen – Pætur J. Petersen, Páll A. Klettskarð

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Fríði á Borg – Aleksandur Ó. Jensen, Hjalti Strømsten – Jóhann Hansson Joensen, Ragnar Samuelsen, Villiam Emil Klein – Brian Jakobsen

 

 

 

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo