Hópuppsagnir hjá Tesla eftir eitt hart ár

Elbilaframleiðarin Tesla upplýsir, at tey fara at siga sjey prosent av starvsfólkunum úr starvi.

 

Samstundis varð upplýst, at fjórði ársfjórðingur var verri enn triðji. Tað skrivaði stjórin í felagnum, Elon Musk, á almenna bloggin hjá Tesla.

 

Hann vísti á, at Tesla hevur latið næstin eins nógvar bilar í síðsta fjórðingi av 2018, sum alt árið 2017.

 

Í triðja ársfjórðini gav Tesla yvirskot, men tað var tí, at tað vóru seldir lutvíst nogvir dýrir Teslabilar av slanum Model 3 í USA.

 

Tað fer ikki at halda fram. Serliga tí, at ein skattafyrimunur av at keypa elbilar fellur burtur. Tað ger teir enn dýrari. Eisini tí er avgjørt at skerja starvsfólkatalið.

 

/ritzau/