Horvna gentan: Nokta seg sekar

Teir báðir grønlendingarnir, sum eru varðhaldsfongslaðir í tvær vikur, noktað seg sekar í skuldsetingunum um, at teir hava nakað at gera við at Birna Brjánsdóttir er horvin.

 

Hetta kemur ikki óvart á Grím Grímsson, kanningarleiðara hjá løgregluni. Hann sigur, at tað er heldur sjáldsamt, at menn játta seg sekar í slíkum málum og satt at siga, so er enn møguligt, at løgreglan hevur fatur í skeivum monnum  og at hesir einki hava við málið at gera, sigur hann við visir.is.

 

Bjargingarliðini halda enn áfram við at leita eftir Birnu Brjánsdóttir. Nú miðsavna tey seg um at leita á Reykjavíkarnesinum, við Strandarheiðarnar nærindis Vatnsleysustrond.

- Vit hava valt at miðsavna okkum um hetta økið, grundað á tað, sum er komið fram í kanningum higartil, sigur Grímur Grímsson, við visir.is.

 

Les eisini Tveir grønlendingar varðhaldsfongslaðir

Les eisini Harðskapur framdur í bilinum

Les eisini Hetta vita vit