Í dag eru 37.280 akfør í Føroyum

Í dag – á ársins fyrsta degi, eru 37.280 akfør skrásett í Føroyum.

 

Tað vísir uppgerð hjá Akstovuni. Nógv teir flestu bilarnir eru persónbilar, sum í dag eru 24.852 í tali. Næsti bólkurin eru vøruvognarnir, sum eru 4.059 í tali. Síðani eru viðfestisvognarnir triðji størsti bólkurin. Teir eru 3.273 í tali.

 

Talið av bilum í Føroyum er støðugt vaksið seinastu árini. Bera vit saman tølini í dag við tølini fyri 10 árum síðani, so vóru 1. januar í 2009 skrásett tilsamans 30.431 akfør í Føroyum. Tað er ein munur upp á 6.849 akfør ella ein vøkstur upp á 22,5 prosent.

 

Talvan niðanfyri vísir yvirlitið yvir akfør ávikavist í 2019 og í 2009 – og munin í tali og í prosentum:

 

2019

2009

munur

% munur

Persónbilar

24852

20136

4716

23,4

Vøruvognar

4059

3951

108

2,7

Viðfestivognar

3273

2015

1258

62,4

Prutl

1746

1801

-55

-3,1

Lastbilar

666

633

33

5,2

Motorsúkklur

620

743

-123

-16,6

Kampingvognar

538

211

327

155,0

EllisAkfør

326

138

188

136,2

EllisMotorsúkklur

293

160

133

83,1

Leguvognar

233

105

128

121,9

Neyðsendarakfør

114

87

27

31,0

Hýruvognar

107

104

3

2,9

Smábussar

105

138

-33

-23,9

Lendisakfør

101

 

101

 

Bussar

96

108

-12

-11,1

Kampingbilar

58

11

47

427,3

Brandbilar

34

41

-7

-17,1

Tangabilar

33

35

-2

-5,7

EllisPrutl

9

 

9

 

Líkvognar

9

7

2

28,6

Sópimaskinur

4

4

0

0,0

Pylsuvognar

3

3

0

0,0

Traktorar

1

 

1

 

Tilsamans

37280

30431

6849

22,5