Í dag verður dagur tvey á Summar Festivalinum

Skráin er pakkað við tilfari líka til klokkan 03:00 á Summar Festivalinum í dag

Fyrsti dagurin á ársins Summar Festivali er farin afturum og klokkan 19:00 verður hol sett á fyrstu konsertina á degi tvey.

 

Morgunmatur hevur verið at fáa á tjaldingarøkinum og festivalgestirnir eru klárir til ein sera spennandi dag í Klaksvík.

 

Silvaland letur upp klokkan 15:00 tá Silvi sjálvur kemur at bjóða vælkomin. Nógv spennandi er á skránni í Silvalandi í dag, eitt nú Trølla Pætur og Trølla omman, víkingabardagi, Bubu og føroyskur dansur.

 

Silvaland letur aftur klokkan 19:00 og tað passar væl til at fyrsta konsertin verður klokkan 19:00. Tað verður Anna Lovisa, ið leggur út á Torginum.

 

Á landsins størsta palli vera tað tríggjar konsertir í kvøld. The grand old man Hanus G. Johansen spælur klokkan 21:00.

 

Klokkan 22:00 kemur bólkurin, ið mong hava glett seg mest til at hoyra á Summar Festivalinum. Talan er sjálvandi um Europe, sum við sínum óteljandi hittum fer at seta eld á Vágsbø.

 

Tað verður Hamradun, ið verður seinasti bólkurin á landsins størsta palli í dag. Klokkan 01:15 fer bólkurin á pall og tað vera tey eyðkendu kvæðini blandað við fólkatónleiki og tungum rocktónleiki við serføroyskum stevi,sum festivalgestirnir kunnu vænta.

 

Øll skráin kann lesast á SF.fo.