Innflutningsvirðið av brennievni minkað 539 milliónir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mars 2023 til februar 2024 var 11,1 milliard krónur. Tað eru 1,4 millardir krónur, ella sløk 11%, minni enn undanfarna skeið.

Hagstovan skrivar í morgun, at innflutningurin í februar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá mars 2023 til februar 2024 samanborið við undanfarna skeið.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 539 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum. Prísirnir vóru hægst summarið 2022, tá innflutningsprísurin av brenniolju var hægri enn 8 krónur fyri liturin. Seinastu tíðina hevur prísurin ligið millum 5 og 6 krónur liturin.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 635 milliónum krónum ella góð 17%. Hetta er fyri tað mesta skip.

##med2##

Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til beinleiðis nýtslu er minkaður 621,6 milliónir krónur ella sløk12%. 

Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 241,6 milliónir krónur, ella stívliga 5%. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini ein minking av brennievni, flutningstólum og líknandi til nýtslu í framleiðsluni.

Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum. 

##med3##