ÍTRÓTTAFAGNAÐURIN: Jónas G. Isaksen er ársins ítróttastjørnuskot

Fimti heiðurin á Ítróttafagnaðinum í Løkshøll er handaður

Tað var Høgni Kunoy Dávason, taekwondo íðkari og venjari sum handaði Jónasi G. Isaksen heiðurin

Í kvøld er Ítróttafagnaður í Løkshøll í Runavík.

 

Fimti heiðurin í kvøld var: "Ársins ítróttastjørnuskot".

 

Ársins ítróttastjørnuskot gjørdist Jónas Gunnleivsson, Junior-EM og oyggjaleikavinnari í 400 metra renning, og oyggjaleikavinnari í 200 metra vinning.

 

Tað var Høgni Kunoy Dávason, taekwondo íðkari og venjari sum handaði Jónasi heiðurin. 

 

Jónas fegnast um heiðurin, og eitt minniligt 2023. Jónas fer at venja hart til junior-HM í Lima í Peru, ið verður í august. Tað stóra málið er OL í 2028, segði Jónas í samrøðu við Sáru Jógvansdóttir. 

 

Hini innstillaðu vóru Rakel Brattalíð Tindskarð og U19-landsliðið hjá monnum í hondbólti. 

 

Tað var Høgni Kunoy Dávason, taekwondo íðkari og venjari sum handaði Jónasi G. Isaksen heiðurin